Bovling & Matur í Leirvík

Handilstreytir hjá Bovling og Matstovan Sp/F

Handilstreytir hjá Bovling og Matstovan Sp/F

Keypsavtala
Keypsavtalan við Bovling og Matstovuna er bindandi tá ið tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan frá okkum á tín teldupost.

Gjalding
Øll gjøld å heimasíðuni eru upplýst í donskum krónum (DKK) við meirvirðisgjaldi og uttan veitingarútreiðslur.
Bovling og Matstovan Sp/f tekur ímóti online gjaldinum við: Dankort, Visa/Dankort, Visa, Mastercard. Vit taka ikki viðskiftagjald fyri keypið. Gjaldingin verður trekt av tíni konto tá ið vøran er avheintað.
Bovling og Matstovan nýtir tryggan gjaldingarambætara, sum bronglar allar upplýsingar, sum merkir, at sambandi er trygt.

Kvittan
Kvittan verður send til tín teldupost, tá ið vøran er klár at avheinta.

Aftursendingarrættur og iðranarrættur
Tað er eingin aftursendingarrættur og iðranarrættur tá ið tú bíleggur mat ígjøgnum www.bovling.fo.

Persónsupplýsingar
Tá ið tú keypir vørur verður tú biðin um at veita persónsupplýsinger, herímillum navn, kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar. Vit viðgera tínar persónupplýsingar trygt og í trúnaði í samsvar við galdandi lógir. Upplýsingarnar verða einans brúktar og goymdar til tað endamálið, sum tær eru samlaðar inn til. Í samband við keypið verða upplýsingarnar veittar til aðrar partar, sum vit nýta í samband við at avgreiða keypið, herímillum peningastovnar, gjaldskortveitarar v.m.
Upplýsingarnir verða síðani goymdir í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár, við tí fyri eyga at tryggja góðskuna, kundatænastuna og herumframt endugjaldskrøv, umvælingar og umbíleggingar. Heimasíðan hjá fyritøkuni brúkar cookies sum skráseta IP-adressuna, leitisøguna og líknandi, fyri at økja um brúkaraupplivingina, umframt fyri at granska atburðarferðina á síðuni í samband við marknaðarføringina. Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær cookies, sum longu eru goymdar. Vit vísa til cookiepoltikkin á heimasíðuni. Um so er, at broytingar eru í samband við endamálinum ella viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, fært tú eini boð um hetta.
Vit senda tínum kaga ein fyrispurning fyri at staðfesta, um kagin hevur goymt cookies í sambandi við undanfarnar vitjanir á heimasíðum okkara. Ein cookie er ein lítil dátufíla, sum verður goymd í tínum kaga, tá ið tú vitjar eina av okkara heimasíðum, so heimasíðurnar kenna tína teldu aftur, næstu ferð tú vitjar tær. Ein cookie er ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit. Cookies kunnu savna inn upplýsingar, undir hesum eyðmerkingarlykil, brúkarastillingar, brúkaraupplýsingar, upplýsingar um brúk av heimasíðuni og samlaðar hagfrøðiligar upplýsingar. Cookies kunnu eisini brúkast til at goyma brúkarastillingar og til at greina og meta um effektivitetin av serstøkum pørtum av heimasíðuni í samsvari við hesar leiðreglur umframt til at betra um brúkaraupplivingina.

Upplýsingar um fyritøkuna
Bovling og Matstovan Sp/F
Høvdavegur 3
520 Leirvík
Tlf: 663366